Saunadypp
SAUNADYPP FAROE ISLANDS || FLOATING SAUNA || RUNAVÍK
https://saunadypp.fo/en
25/05/2026
Skalt tú til Nalvagos? 🔥
Saunadypp hevur tey farnu vikuskiftini fyriskipa 2 gosmeistaraskeið á byrjunarstøði. Hesir fantastisku skeiðsluttakarnir hava fingið blóð á tonna og tað er er bert ein máti at gerðast betur. Venjing.
Nalvagos, er ein tími við saunagos har nýklaktir og minni royndir gosmeistarar klippa streingin og læra at standa á egnum beinum.
Prísurin fyri bilettir er einans 100 kr og pláss er fyri 10 gestum
Bóking gjøgnum “Saunadypp.fo” - undir "Saunagos" -> "Nalvagos"
Nær?
Hvørt Hóskvøld og Fríggjakvøld kl. 20:00 í Juni
Hós. 04.06 kl 20:00 - Open "towel"
Frí 05.06 kl 20:00 Billa Møller Sandoy gosar
Hós 11.06 kl 20:00 - Open "towel"
Frí 12.06 kl 20:00 - Jógvan gosar
Hós 18.06 kl 20:00 - Open "towel"
Frí 19.06 kl 20:00 Billa Møller Sandoy
Hós 25.06 kl 20:00 Ingvar Hansen gosar
Frí 26.06 kl 20:00 Ingvar Hansen gosar
Hós 02.07 - Open "towel"
Frí 03.07 - Billa Møller Sandoy gosar
Do you feel the same way? 😅
You and me = cold water and sauna ❤️
.escape
19/05/2026
Fyrimunir við at vera limur í Saunadypp👇
Fyri einans 399 krónur um árið fært tú:
Atgongd til Føroya størsta saunafelagsskap við fleiri staðsetingum (2026 Juni-)
50 kr avsláttur uppá støkk-inn og saunagos. Tað vil siga at bilettir til støkk-inn og saunagos kosta ávikavist 60 og 125 krónur fyri limir í Saunadypp
Sum nakað nýtt bjóða vit eisini 20% avsláttur av allari privatari leigu út 2026 (flótandi sauna á Glyvrum)
Hetta tilboðið er eisini galdandi fyri limir, ið longu eru aktivir.
Tekna hald á bókingarsíðuni ídag og fá atgongd til allar ágóðarnir við Saunadypp 📍😍
Í vikuskiftinum vóru luttakarar úr øllum Føroyum samlaði til basis gosmeistaraskeið í Saunadypp
Skeiðið var fulltekna og vóru luttakararnir sera væl nøgd við tað tey fingu burturúr. Gusbox.dk helt skeiðið og vóru tey serstakliga dugnaligir undirvísarar👌
Vit hava skeið aftur í vikuskiftinum (leyg-og sun. 23. Og 24. Mei)
Enn eru pláss, 2 í tali, so um tú ynskir at gerast partur av saunagos felagsskapinum er hetta kanska tín møguleiki.
Viðmerk “gos” ella send okkum eini boð, so kontakta vit teg
14/05/2026
Good morning and have a lovely day ❤️
14/05/2026
Is ChatGPT replying in the same way to you?!
Pling 🔔
13/05/2026
VILT TÚ GERAST GOSMEISTARI?
Hevur tú nakrantíð havt hug at staðið í einari sauna og skapt eina uppliving, sum gestir taka við sær heim?
Nú hevur tú møguleikan.
Saunadypp hevur ment eitt 2-daga gosmeistara skeið í Føroyum.
Skeiðið er fyri nýbyrjarar, men eisini fyri tey ið bara ynskja at læra meira um fakið.
Hvar?
Saunadypp á Glyvrum
Fokuspunkt: Teknikkur við viftu og handklæði, angar (oljur), flow og framførsla
Skeiðsluttakarar fáa prógv eftir lokið skeið
Møguleiki fyri starvi hjá Saunadypp og øðrum
Tú fært:
- Praktisk venjing (tú roynir sjálvur at gera gus)
- Teoretisk læra um eteriskar oljur og trygd
- Feedback frá royndum gosmeistarum úr Føroyum og útlandinum
NÆR?
Vika 20 - leygardagin 16. mei og sunnudagin 17. mei (einans 1 pláss eftir!)
Vika 21 - leygardagin 23. mei og sunnudagin 24. mei (6 pláss eftir)
Avmarkað pláss pr. hold
Skriva “gos” í viðmerking ella send okkum eini boð, um tú ynskir at luttaka
Longu 2 dagar eftir skeiðið kom út høvdu 14 fólk tikið av møguleikanum við early access!
Hava tygum spurningar kunnu vit hittast á +45 91 48 39 02 (Meinhard)
Vit kunnu eisini hittast á mail - [email protected]
Prísir úr einans 2049 krónum v/ mat og drekka fyri early access
Skeiðsdagarnir eru áleið 5,5 tímar til longdar. Sostatt skulu áleið 11 tímar + ferðing setast av
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Type
Kontakt virksomheden
Internet side
Adresse
Niðri á Støð, Flaki
Glyvrar
625
