Ruth'sa Sápa

Ruth'sa Sápa

Del

Sjálvhjúklan frá nátúruni er heilsugott og undurfult. Eg geri sápur, kreme o.a. til kroppin, tilevnað úr heilsugóðum vistfrøðiligum oljum.

13/07/2026

Havi varrakreme til sølu.

Mangosmakk. 💕

08/07/2026

Grønt te og Rósu Kreme.
So havi eg aftur kreme til sølu 🌸

Kremið gevur góða vætu og styrkir húðina. Kremið gevur nátúrliga verju ímóti sól og vindi og linnan ímóti húðplágan.
Proteinið hjá Jojoba oljuna líkist nógv tí hjá okkara egnu húð, og tí hóskar kremið seg væl til húðina og druknar lætt inn. Aloe Vera gevur vætu, føðslu til húðina, umframt tað reinsar, bøtur um og verjir. Somuleiðis reinsar og verjir rósan húðina. Rósan gevur linna ímóti reyðari húð, akne, eksem og húðbruna.

04/07/2026

Hársápurnar tann grøna og ljósareyða líkjast nógv, men tær eru ikki eins.

🩷 Tann ljóstreyða er serliga gjørd til sarta húð og viðbrekið hár. Har havi eg lagt dent á at reparera, geva vætu og styrkja hár og hárbotn.

💚 Tann grøna er eisini mild, men har havi eg valt oljur og leir, sum reinsa eitt sindur meira. Hon er hugsað at kunna hjálpa við flus, skriða, eksemi og smærri sárum, samstundis sum hon eisini styrkir og reparerar.

Eg haldi, at nógv finna eina shampoosápu, teimum dámar, og halda seg bara til hana.

Eg plagi sjálv at skifta ímillum tær. Tá onnur er uppi, taki eg hina. Soleiðis fær hárið ágóðan av ymisku oljunum og leirinum, tí tær innihalda ikki somu samanseting.

Hár og hárbotnur broytast við árstíðini, hormonum, umhvørvi og teimum produktunum, vit brúka.

Tá kann eitt skifti geva hárinum eitt frískari lyft, so tað aftur kennist lætt, reint og livandi.

04/07/2026

Hársápa til normalt hár, góð ímóti flus og øðrum trupulleikum í hárbotninum.

Aftaná vask kennist hárið reint, lekkurt bleytt og hevur fingið flottan g***s, meira fyllu, og er lættari at greiða.

Sápan riggar til flest hár. Hon balanserar væl oljuproduktiónini á hárbotninum. Nógv merkja tí, at hárið heldur sær reint longri aftaná vask.

Sápan vætar hárið væl, repererar og styrkir tað.

Innihald og eginleikar:
Essentiella olju: Rose geranium(rósa), sum hjálpir til hárbotn, ið er irriteraður og skriðar.
Tea tree, sum er antibakterielt og hjálpir ímóti bruna og viðgerð flus. Tað sissar eisini turra og reyða húð, sum skriðar.
Tea tree hjálpir ímóti eksem, og kann hjálpa ímóti psoriasis.

Aloe vera er sera vætugevandi, og kann linna um turra húð, sum skriðar og kann eisini hjálpa upp á psoriasis.
Aloe Vera í hársápu fær títt hár at g***sa sunt og blankt.

Grønt leir inniheldur nógv góð mineralir og eginleikar. Tað reinsar effektivt hár og hárbotnin, og gevur javnvág til oljuproduktiónina uttan at strippa.
Grønt leir stimulerar blóðrenslið, og hjálpir tí eisini upp á sunnan hárvøkstur.
Leirið bleytgerð hárið, so tað er lætt at greiða aftaná vask.

Jojoba oljan er góð til hárbotnin og gevur vætu.
H**p oljan sissar og lekjur hárbotn, sum skriðar. Verjir ímóti skaðað á hár.
Kokusoljan fer inn í hárið og gevur føðslu og vætu til hárið, hon bleytgerð og gevur g***s til hárið.

Allar oljur og leir geva linna ímóti flus, eksem og kunnu gera mun á psoriasis.
Cocoa smørið læsur vætuna inni í hárinum. Gevur g***s og styrkir hár og hársekkir, soleiðis at hárid ikki slítist lætt.

Sápan er sulfat og silicon frí og inniheldur einans nátúrlig evnir.

04/07/2026

Pink hársápa til sensitivan hárbotn og sárbart hár.

Sápan balanserar oljuproduktiónini á hárbotninum, so hárið ikki feittar skjótt.

Essentiella oljan rose geranium hjálpir móti irritatión og skriða.

Pink leir,ið inniheldur nógv góð mineralir og eginleikar, reinsar milt hár og hárbotn. Opnar typtar porur og setur ph virðið í javnvág.
Hetta stimulerar sunnan hárvøkstur, og kann linna um psoriasis og flus.
Leirið bleytgerð eisini hárið, so tað er lætt at greiða aftaná vask.

Oljurnar: Jojoba, Mandil og kokus eru góðar til hár og botn við at geva føðslu, reperera og styrkja hárið. Kokusoljan fer inn í hárið og gevur føðslu og vætu til hárið. Tær bleytgerða og geva g***s til hárið. So ikki er neyðugt hjá fleiri at brúka balsam aftaná.

Mango og cocoa smørið læsa vætuna inni í hárinum. Og styrkja hár og hársekkirnar, soleiðis at hárid ikki slítist lætt.

Sápan er sulfat og silicon frí og inniheldur einki kunstugt evni.

28/06/2026

✨ Forkela húðina við einari natúrligari sápu! ✨

Fleiri, sum hava keypt mínar sápur og krem, siga, at húðin er vorðin nógv betri 💕 At tær hava hjálpt teimum við ymiskum húðtrupulleikum, m.a. eksem, útslett, akne, psoriasis, rosacea, sár, flus og turra húð 🥰

🧼 NR. 1 – Sápa til andlit og kropp
💰 100 kr.

Sápan er gjørd við heilsugóðum og vætugevandi oljum, sum verja húðina ímóti sól og vindi og geva henni góða røkt.

Hon inniheldur:
🌿 Mandilolju
🌿 Olivenolju
🌿 Avocadoolju
🌿 Hampfræolju
🌿 Kokusolju
🌿 Shea smør
🍯 Hunang – kendur fyri sínar antibakteriellu og lekjandi eginleikar.
🐝 Bivoks – hjálpir at varðveita vætuna í húðini og verjir hana.

📍 Heintast á Sóljuteigi 10, 360 Sandavági.
📦 Kann eisini sendast við Posta.
🛍 Fæst eisini til keyps í handlinum "Sondum" í Sandavági. Ikki sami prísur

02/04/2026

Sápa við kohl í 100kr. 5 sápur eftir.

Oljurnar geva nógva vætu til húðina og eina verju ímóti sól og vindi, umframt linna tær um húðplágan.

Inniheldur Jojobaolju, sum er tann oljan, ið mest líkist okkara egnu nátúrligu kropsolju, og tí er hon sera væl dámd av húðini.

Aktivt kohl: Er gott fyri alla húð. Reinsar húðina og poknur sera effektivt við at draga lort og giftstoffir úr húðini.

Endað úrslitið er ein jøvn, mjúk og einsfarvað húð

Photos from Ruth'sa Sápa's post 01/04/2026

🌹Rósukreme 150kr
Havi 6 stk eftir í løtuni.

🌹Rósukreme 150kr
Havi 6 stk eftir í løtuni

Grønt te og Rósu Kreme.

Kremið gevur góða vætu og styrkir húðina.
Kremið gevur nátúrliga verju ímóti sól og vindi og linnan ímóti húðplágan.
Proteinið hjá Jojoba oljuna líkist nógv tí hjá okkara egnu húð, og tí hóskar kremið seg væl til húðina og druknar lætt inn.
Grønt te er antiinflammatoriskt.
Aloe Vera gevur vætu, føðslu til húðina, umframt tað reinsar, bøtur um og verjir.
Rósan gevur linna ímóti reyðari húð, akne, eksem og húðbruna. Somuleiðis reinsar og verjir rósan húðina.

21/12/2025

Nú er enn lættari at heinta sápur, kreme og varrakreme 😃

12/12/2025

Eg havi fleiri eftir av hesari

Ein góð jóla/ kakendara/ advent/ nissu ella hosugáva 🎁

Matcha andlit sápa 100kr/stk

Oljurnar í hesari sápuni eru valgdar út eftir til at rigga serliga væl til sartu húðina á andlitinum. Man kallar tær turrar oljur, tí tær drukna skjótt inn í húðina.

Matcha er grønt te, sum er fult av antioxidantum. Fær húðina at sýnast yngri við einum sunnum glæmi.

Inniheldur hesar oljur: Oliven, h**p, castor, coconut umframt shea og kakaosmør.

Oljurnar eru mildar, geva nógva vætu til húðina og verja ímóti sól og vind, umframt tað kunnu tær geva linna ímóti húðplágan. Tær eru fullar av sunnum vitaminum. Tær stimulera endurnýggjan av húðkyknunum. Húðin kennist bleyt og sunn aftaná brúk.

H**poljan er góð til turra og irriteraða húð. H**poljan og matcha te er sera anti-inflammatoriskt. Verður brúkt ímóti akne, rosacea, eksem og psoriasis.
Shea hjálpir upp á at lekja smá sár.

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Skønhedssalon-listen i Sandavágur?
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Telefon

Internet side

Adresse


Sandavágur
360