Bloggbybeinta

Bloggbybeinta

Del

Heyhey

Vælkomin í okkara verð 🌹 Her kemur tú at lesa um mangt og hvat. Tí eg fari at blogga um ein gerandis dag í nýggju rolluni sum heilt einlig mamma.

Eg misti mannin brádliga 5. 12. 24. So gerandisdagurin er, vendur 180 gradir fyri meg og sonim. ❤️

Photos from Bloggbybeinta's post 28/06/2025

I’m back! Stronger than ever 💪❤️🌹

15/06/2025

Tá stormarnir herja, minst so til. At aftaná stormin, kemur altíð ljósið 😘 Tað er altíð ljós, aftanfyri tað myrkasta skýggið 😘

Ps einki er hent við eygnabrýnum. Veit ik hvat sker har 😅😅

Photos from Bloggbybeinta's post 11/06/2025

❤️ HVØR LØTA TELUR ❤️

Lívið er dýrabart, tað vita vit øll. Men tað, sum er mest umráðandi er, at liva í nú’inum. Fortíðin er farin, har hoyrur ein ikki heima longur. Framtíðin er fyri framman, har kemur ein til. Tað er løtan her og nú, sum tú kann gera nakað við.

Hesir 6 mánarnir hava lært meg, so ótrúliga nógv. Teir hava lært meg hvør eg eri. Bæði sum mamma, var sum kona, dóttur/abbadóttur, systur, familjulimur, vinkona og kenningur.

Hesir 6 mánarnir hava lært meg, at prísurin við at elska himmalhøgt, verður betaldur við sorgini at missa. Har minnini og takksemi fyri árini man fekk saman, spakuliga takað yvir.

Hesir 6 mánarnir hava broytt meg sum persón. Hava lært meg, at sleppa fortíðini. Nakað, sum eg harliga hevði brúk fyri at duga. Nei, tað er ikki nokk, at koma viðari. Ein skal duga, at sleppa, fyrigeva, gloyma og SO koma víðari.

Hesir 6 mánarnir hava lært meg, hvat tað vil siga at elska næsta tín sum sjálvan teg. Eg havi so altíð roynt mítt besta, at vera góð við øll, ikki lurta eftir slatri, ikki siga ilt um onnur og happing av øllum slagið, hevur altíð verið totalt nogo herfrá. Men eg havi lært, at smábagatellur, ósemjur og óeinigheit, er fullstendiga burturspilt tíð. Tú hevur ikki ánilsi yvir, um tíni hvøssu orð, eru tey síðstu tú ella tey fara at minnast.

Hesir síðstu 6 mánarnir hava veruliga víst mær, hvat eg eri bygd av. Hvussu stór viljastyrkin er. Ja, til tíðir havi eg sjálv øtast við, hvat eg megni. Tað hava ikki verið lættar uppgávur, sum eru lagdar á meg. Millum annað, at standa krútsterk fyri drongin. At tryggja honum eina bjarta framtíð.

Hesir seinastu 6 mánarnir hava eisini lært meg, hvussu nógv góð fólk, eg havi rundanum meg. Sum hava stuðla, bjóða eina hjálpandi hond, hildi samband og verið við til, at halda móti hjá mær og dronginum uppi. Eg nevnið ongin nøvn, tí talanin er um ØLL, sum kenna og vita hvør eg eri. Ein fantastisk kensla. ❤️

Næstu allir mánarnar í mínum lívið, vera brúktir til at vera EG, syrgja fyri mínum drongi, vera takksom fyri øll míni, gleðast um tey lítlu tingini, arbeiða framm ímóti øllum mínum dreymum. Har hús/garður, skrivingin og kreativa verkstaðið er fari í gongd, nógvar upplivingar og at LIVA!

Photos from Bloggbybeinta's post 02/06/2025

Á sjálvum pápadegnum, eru tað 6 mánar síðani, tú bleiv tikin frá okkum.

Tað er so óveruligt. Eg bíði enn, at fáa eitt snapp, síggja teg í hurðini og rópa “ Er tú her góða??”, at tú ringjur til Jákup Leivur og sigur “ Hvat ger mamma? Hon tekur sum ikki einaferð telefonina!!”. Áhhh góðasti, eg hevði vilja gjørt alt, fyri bara einaferð avtrat, at tikið tlf og hoyrt tína rødd. Bara einaferð!!

6 mánar er long tíð. Men tó, virkar tað so stutt síðani, at eg hevði teg her. Men 6 mánar er einki, tá eg hugsi um, at eg skal vera teg fyri uttan, restina av lívinum. Alt sum tú hevur mist, alt sum eg so fegin vildi fortalt tær. Ringasta av øllum. Alt lívið framyvir, verður uttan teg. Øll minnir, allar upplivingar, allar samtalur, allir høgtíðsdagar og allir pápadagar 💔

Eg hoyrdi, at onkur segði, at sorgin varðar av eftir 6 mðr. Jú, allarhelst meina tey við, at ein so líðandi kemur fyri seg. Men lættari vil eg ikki kalla tað. Ein dugur betri, at “góðtaka”, men sorgin er har enn! Eg hugsi enn nógv um teg, føli meg sorgarbundna, tá okkurt er, sum eg veit tú hevði dáma. So sum at Liverpool herfyri fingu steyp ❤️

Fyrsti pápadagur verður nú uttan teg. Vit bæði feira hann fyri teg. Tí betri pápa, enn tú var, skal ein leita leingi eftir. Tú hevði drongin við á verkstaðið, tá hann var 2 ára gamal. Hann hjálpti til við dekkum sum 5 ára gamal. Hann remsaði øll bilmerkir upp, næstan áðrenn hann dugdi at tosa. Fyrstu HM finalu hugdi hann eftir sum 1 ára gamal. Fyrstu Liverpool klæðir átti hann eisini sum 1 ára gamal. Áhuga fyri seyði fekk hann eisini, frá tær. Og so allir túrarnir vit vóru. Summarferian liggur fyri framman. Eg veit, at vit koma ígjøgnum hana. Men ååååh sum tað verður hart 😥

Tú segði altíð, at eg dámdi so væl at bestemma. Men hvat hevði eg ikki vilja gjørt nógv fyri, at bestemma helvtina aftur. Har tú bestemmaði hina helvtina. Men eg lovi heilt og heilagt, at eg skal gera mítt til, at minnini og lærdómurin eftir teg, verður verandi í dronginum. ❤️

Photos from Bloggbybeinta's post 30/04/2025

Yeeeees endiliga kom tað deiliga veðrið 🌹 av tí sama kom hugurin til kreativa verkstaði eisini. So nú má gongd koma í, at samla inn aftur 😍

Vit eru runt Føroyar við fótbóltinum. So eg vil fegin vita, hvar møguleiki er, at finna ting til kreativa verkstaðið. Her hugsi eg serliga um sand og fjørðu. Og hvar eg skal leita ❤️

Photos from Bloggbybeinta's post 29/04/2025

🥰 15 ÁR Á SANDOYNNI 🥰

Í dag 29. Apríl eru tað 15 ár síðani, eg kom fyrstuferð til Sandoynna. Ja, eg fór ongantíð heilt avstað aftur. 15 ár síðani mín elskaði Tryggvi, vildi vísa mær sína oyggj og bygd, sum hann elskaði. Sum hann fekk meg at elska.

Tryggvi var so væl dámdur, so tað var lætt fyri meg, at fella til. Hevði góða familju og nógv vinfólk. Var altíð glaður og hjálpsamur. Og var so góður við meg frá dag 1. Eg eri væl klár yvir, at hann var nakað heilt serligt ❤️😍 og eri eviga takksom fyri okkara 15 ár.

Við tíðini kom eisini barn, hús og bilur. Ein vanligur gerandisdagur, á paradís oynni 🌹Sera strævið til tíðir við bátið, har nógv bleiv avlýst við míni norðanfyri. Men Tryggvi var altíð klárur, við drekkamunni, hygg og troystandi orðum, tí hann visti hvussu nógv míni betýddu fyri meg, og hvussu illa mær dámdi at sigla. Hann segði altíð “ Beinta góða bíða nú, tá Sandoyar tunnilin kemur, hava vit fleiri ár at koyra til Havnar í” Javel, vit fingu ikki eingongd eitt ár at koyra í, so var hann tikin frá mær 😥😥💔

Nú er tað góða veðrið komi. So allir túrarnir eru byrjaðir at koma. Saman við túrunum koma minnini ❤️

Eg takki Gudi fyri, at eg fyri bert 5 mánum síðani, ikki droymdi um, at eg skuldi sita sjálv, á 15 ára degnum á Sandoynni. At øll 15 árini bert nú eru minnir. Gleðin yvir hesi 15 ár er stór. Men har er eisini pína, sum ikki kann orðast. 💔 Tí eg veit, at øll komandi árini koma at vera minnir uttan hann. Har eg bert kann minnast hann ❤️

Men eg eri klár, til enn 15 ár á Sandoynni. Og 15 ár aftaná eisini. Tí Sands bygd og Sandoyggin er mítt verandi stað. Ongin yvi er um tað. 😍

Nýggj byrjan við nýggjum minnum 🥰

Photos from Bloggbybeinta's post 20/04/2025

Vit bæði vilja ynskja øllum vit kenna, og teimum vit ikki kenna eini gleðilig páskir 🥰

Vit vilja eisini nýta høvi, at takka tykkum øllum, at hava víst stuðul og umsorgan teir seinastu 4 mánarnar. So tað bleiv gjørligt hjá okkum báðum, at fáa eini góð páskir 🥰

Photos from Bloggbybeinta's post 18/04/2025

Tey siga, at tann perfekta kjarnufamiljan eru tvey foreldur og børn. Uttanlandaferðir, dýrir bilar, upplivisir sum kosta nógv, flott hús og innrætting.

Her er tað bara vit bæði. Tað fer tað altíð at vera. Okkara heim, sum vit innrætta saman. Drongurin manglar einki. Fær fullan stuðul og kærleika. Har tað er ein forsyrgjari og ein til uppalingina. Har mamman megnar, at uppala fyri tvey.

Ein gerandisdagur, har tað bert eru vit bæði. Har fótbóltur er á hásæti, har vinfólk eru fastir gestir, har báðar familjurnar vera raðfestar, har upplivingar og hugni er á sama støði, sum aðrastaðnis.

Eg eri ikki fríviligt púra støk mamma. Eg havi ikki biði um, at vera tað. Síðani Des 24, hevði eg einki annað val. Enn at kempa alt eg kundi, at geva mínum drongi tað besta av tí besta EINSAMØLL.

Eg havi megnað tað! Mín drongur er glaður, syngur og floytar. Hann trenar fleiri dagar um vikuna, eg havi hann til hvønn dyst, har tað ber til, fylgi honum til hvørja kapping og skaffi honum alt tað neyðuga.

Eg ráðgevi honum á lívsleiðini, bæði um praktisk ting, húslig ting, hvussu hann skal vera sum persónur og eisini geri eg hann kláran um okkara framtíð.

Hann hevur sæð eina mammu í stórari sorg, hann hevur sæð eina mammu, sum var sárbar og misti móti, hann hevur sæð eina fustreraða og bitter mammu. Men hann hevur aldrin sæð eina mammu, sum tók synd í sær og gav upp!

Hann veit, at mamman er sterk. At hann fer altíð, at hava eina mammu, sum er aftanfyri hann, frammanfyri hann og við hansara lið 🥰

14/04/2025

So var klárt ❤️🌹

Åhhh elskaði elskaði mín, hettar ger ilt 💔

Photos from Bloggbybeinta's post 13/04/2025

Komi og upplivi oynna, har íblásturin til gerandisdagin hjá Knúti, Sáru og Pól er komin frá ❤️

Nemliga SANDOYNNA.

Nú er páskaferia, og ein gyltur møguleiki, at uppliva sandin,mølheyggjarnar og fjørðuna. Tit kunnu eisini síggja har børnini spæla. Tað er øll sandoyggin, sum hon er. Fari inn í dal, og síggji hvar fótbólturin gongur fyri seg.

Kálvur Lítli, Húsfrúgvin í Húsavík og Gívurin vera eisini nevnd. Tey koma aftur í bókini, so komi og síggi hvar tey hildu til ❤️

Sandoyggin er nakað fyri seg, eisini innanfyri met. Ein av longstu tunnlinum og stórsti postkassin í Skopun eru her. Stórsta hellið í verðini er á granna oynni Hesti.

Komi so sjálvandi og keypi bóklingin “ FRÁ MUMI TIL HUNDASLETUR - Og alt har ímillum” á Sandi. Eg kann kontaktast á messenger.

Um tað ikki liggur fyri í páskaferiuni, so er gott at tit hava bæði vikuskiftir, heiludagar og summarferiu, at vitja Sandoynna í. Har tit eisini kunnu planleggja summarferiuna, í eitt av Norðurlondunum ❤️

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Skønhedssalon-listen i Skálavík?
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Internet side

Adresse


Uttan Á 5
Skálavík