WAUW
Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra WAUW, Skønhedssalon, Hoyviksvegur 67, Tórshavn.
20/10/2022
VIT ERU IKKI AT TREFFA Á HER MEIRA! ⛔️
Góðu tit,
Av tí eg, Ásla, eri so óheppin at eg eri blivin hakkað á facebook og tískil sleppi ikki inná okkara almenna WAUW brúkara, sum adminstrator, so hava vit stovna okkum ein nýggjan facebook profil undir sama navni.
Hetta soleiðis at eg fái koyrt allar inná sama brúkara, tí hetta letur seg ikki gera uttan at onkur er adminstartor og tilber heldur ikki at sletta núverandi brúkara, so vit mugu bara hava tveir undir sama navnið, sindur óheppið.
Alt møguligt er roynt, tó uttan eydnu. Hetta hevur haft við sær at brúkarin hevur ligið stillur í meira enn eitt ár, so nú gleða vit okkum at vera virknar aftur og vísa hvat vit gera.
Eitt serligt orsaka til tykkum sum hava sent okkum boð, og ikki hava fingið svar, tað kemst eisini hesi somu orsøk.
Vit vóna tit bera yvir okkum og tíma at fylgja okkara nýggju síðu.
14/12/2020
Góðu viðskiftafólk og serliga útisetar ❤️
Vit vilja biða tykkum um at vera eyka varin hesa tíðina og fylgja linu tilmælunum vit fáa frá hægru mynduleikunum. Av tí at tilmælini er so lin, so gerst man eitt sindur meira stúrin og følur seg noydda at skriva enn eitt keðiligt korona skriv, tí vit vilja helst sleppa undan at sita í sóttarhaldið jólaaftan og eisini ynskja vit ikki at bera smittuna viðari á nakran av okkara kundum.
Vit eru nemliga enn ein nýgg, men eisini sera følin fyritøka, so tað hevur alstóran týdning fyri okkum at tú útsetur tína tíð, um tú følur nøkur sjúkrareyðkenni ella fart ein av tínum kæri útisetum heim til tín nú um jólini.
Ert tú ein teirra, sum kemur heim so virð tilmælini, ver heima hasir 6 dagarnar og tá tú ert testa/ður negativt á 6 degið, so ert tú hjartaliga vælkomin inn til okkara eftirfylgjandi.
Minst til at tað kann skaða meira enn tú heldur um tú bara líka skal eitt ørindi.
Er tað onkur átrokandi jólagáva tú mást keypa hjá okkum, meðan tú ert í heimauppihaldi, so legg okkum eini boð, so kunnu vit í felag finna eina loysn at fáa pakkan til tín ❤️
Takk fyri.
Ásla, Kirstin, Bjarta, Sissal og Jensa
10/12/2020
Jólahjørtu ❤️ Sissal dugur sítt kram!
20/11/2020
Tað klassiska look’ið 💋 hvat eiga vit ikki vakrar kvinnur her í Føroyum, her er tað aftur yndiga Hjørdis Gregersen sum hevur fingið hárið sett av Áslu og blivin smurd av Døgg Nónsgjógv ❤️
Men annars er aftur vikuskiftið á skránni og nú verður tað sett hol á fyrstu jólafrokostarnir hjá nógvum og eisini hjá okkum 💃🏻 vit gleða okkum til at sleppa at pynta okkum meira enn tað vanliga.
GOTT VIKUSKIFTIÐ ❤️
08/11/2020
Veistlu klár 🤩
Enn eitt boð uppá hár og sminku til jólafrokostin sum Ásla og Døgg (doggmua) hava smíðja saman.
Glimmurkjólin komplimenterar sera væl rokaliga hárið og vøkru sminkuna og gerst alt ein vøkur eind á yndigu
Vit hjálpa tær fegnar við hugskotum og kreativitetið, til jólafrokostin - vit elska at gera fólk veistluklár! 🤩
04/11/2020
KOM OG GERI OKKURT EYKA BURTURÚR! 😍
Vit vita væl at avmarkingarnar eru nógvar og hava verði í alt ár vegna korona. Eisini vita vit at fleiri smærri veistlur vera, og at vit nærum slett ikki hava pynta okkum í alt ár, men NÚ skal tað vera! Vit ætla okkum at gera nógv burtur úr við glimmur, flættum, sminku o.l. til okkara egnu veistlu, kundu tit ikki eisini hugsa tykkum at verði eitt sindur “eyka” fín, nú tá høvið ENDULIGA er til tess?
Ásla er altið klár við nýggjum fiksum flættum, eins og tit síggja á myndini, har hon og Døgg Nónsgjógv sum arbeiður sum freelance makeup artistur, hava her sligið seg saman og gjørt íblástrur til veistluhár.
So vit siga ikki bara vit eru klárar, her er øva og sett nýtt saman og eru vit tilreiðar at hjálpa tær til eina flotta veistlu samanseting 🤩
Legg okkum eini boð ella ring 222888 ❤️
01/11/2020
Menn við longum hárið, skulu eisini snøggast inní millum og dámar okkum eisini væl at varðveita longdina um hetta er ynskið. Her hevur Kirstin fríðka og Súsanna Smith Johanesen klikt myndinar.
22/10/2020
Sigrid Nysted gjørdist hepni vinnarin ❤️❤️
WAUW Í GÁVUHÝRI 🧡
Vit hava eina heilt einastandandi krúlli røð, sum gevur krúllinum fugt, g***s og supplerar tær at krúlla meira, við rætta stukturi. Her er ikki bara eitt produkt sum riggar, men eru tað fleiri ymisk at velja í so tað er finst heilt sikkurt eitt júst til títt hár og so vit eru altíð klárar at vegleiða teg til rætta produktið.
Vit tora at siga tað hart at VIT SELJA FØROYA BESTU KRÚLLU PRODUKTIR 🤩
Nú kanst tú ogna tær hesi lekru krúlli produktini á myndini og flotta hárboylan, sum prýður væl nú heystið er her.
Fyri at vera við:
- frámerk tveir vinir og fortel teimum hvør selur bestu krúlliproduktir 🧡
- Dáma uppslagið.
- Vælkomin at deila, tó ikki nakað krav.
13/10/2020
NÚ SIGA VIT WAUW 🎉
Rørd og takksom nú eg siti og eftirmetið fyrsta árið, sum runnið er.
Tað hevur verðið ótrúliga spennandi, stuttligt, skapandi, men sannuliga eisini útfordrandi í hesum korona tíðum.
Hóast umstøðurnar, gjøgnum fyrsta árið eru 1290 kundar skrásettir í okkara kundaskrá, har vit hava roynt at sett okkara dám á vegleiðing og handverk.
Nógv koma á gott at keypa produktir o.a, og ikki at tosa um stuðulin av keypið tá vit høvdu lukkað í 7vikur.
Tit eru so ófør at fylgja væl við á Sosialu miðlinum, sum til tíðir kann vera krevjandi at fóra, men sannuliga er tað eisini uppmuntrandi og stuttligt at hoyra tykkara meiningar, rósandi orð og eisini eru tit, við til at vit mugu flyta okkum skjótari og vera kreativari.
Heit um hjarta av at árið hevur gingist mikið væl, og ovurfegin ella rættari sagt tikin av bóli ígjár at síggja øll fólkini sum komu á gátt at onga sær eitt hvørt lekkurt á føðingardegnum hjá WAUW.
Køin var langt út í gongin og hon helt á allan dagin frá 10-18.00 hóast tað kann stressa sinnið, so kundi eg ikki lata vera við at smílast og vera ovurfegin, at so nógv tíma at koma inn til okkara.
Tit skulu hava eitt hjartans takk fyri at tit hava tikið so væl í mótið okkum, tí uttan tykkum hevði tað ikki latið seg gjørt 🧡
Meðan hjarta er heitt, verður hendan lítla persónliga heilsanin skriva, men uttan eitt sterkt toymið hevði man ikki fevnt um nógv, skapa eins nógv, og er felags styrkin als ikki at undurmeta ❤️ eg veit eg eigi eitt kreativt toymið, sum altið eru tilreiðar at lofta nýggjum kundum.
Vinarliga
Ásla
02/10/2020
WAUW Í GÁVUHÝRI 🧡
Vit hava eina heilt einastandandi krúlli røð, sum gevur krúllinum fugt, g***s og supplerar tær at krúlla meira, við rætta stukturi. Her er ikki bara eitt produkt sum riggar, men eru tað fleiri ymisk at velja í so tað er finst heilt sikkurt eitt júst til títt hár og so vit eru altíð klárar at vegleiða teg til rætta produktið.
Vit tora at siga tað hart at VIT SELJA FØROYA BESTU KRÚLLU PRODUKTIR 🤩
Nú kanst tú ogna tær hesi lekru krúlli produktini á myndini og flotta hárboylan, sum prýður væl nú heystið er her.
Fyri at vera við:
- frámerk tveir vinir og fortel teimum hvør selur bestu krúlliproduktir 🧡
- Dáma uppslagið.
- Vælkomin at deila, tó ikki nakað krav.
01/10/2020
Langu lokkarnir hjá vøkru Mariu eru kliptir av og so kann sigast at hon hevur fingið eitt heilt nýtt og kuul look 😍
06/09/2020
Við hesi mynd fara vit at ynskja tykkum ein góðan sunnudag 🌸
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Type
Køkken
Påklædning
Kontakt virksomheden
Internet side
Adresse
Hoyviksvegur 67
Tórshavn
100
